Гуру Песен Популярное
А Б В Г Д Е Ж З И К Л М Н О П Р С Т У Ф Х Ц Ч Ш Э Ю Я
# A B C D E F G H I J K L M N O P Q R S T U V W X Y Z

Uni Arge - Morgindagar | Текст песни

Pesni.guru - сайт для Гуру

Skal eg droyma um at vinna aftur farin ár
og ganga eftir gøtum til ta tilveru sum var
eg haldi at eg leiti lítið aftur til í gjár
tí løtan nú og morgindagar fylla mest hjá mær

løtan nú og morgindagar fylla mest hjá mær
og eg beri við mær alt tað sum her var

Eg beri við mær minnir um tá tíðin var ein ferð
við spentum vónum um alt tað sum henda skuldi her
sumt gekk sum tað skuldi sumt gekk ikki sama ger
tí nú eg bara fegnist um at hava tað sum er

løtan nú og morgindagar fylla mest hjá mær
og eg beri við mær alt tað sum her var

Eg kann spyrja spurningar um hvussu og um hví
eg óttast kann tað ókenda og halda púra fast eg kundi kanska krógvað meg í míni farnu tíð
men má nú heldur sleppa fyri tí sum kemur næst

løtan nú og morgindagar fylla mest hjá mær
og eg beri við mær alt tað sum her var

Man eg droyma um at vinna aftur farin ár
og ganga eftir gøtum til ta tilveru sum var
eg haldi at eg leiti lítið aftur til í gjár
tí løtan nú og morgindagar fylla mest hjá mær

so alt tað sum eg droymi um skal henda her í dag
má skunda mær at fáa nú í lag
alt tað sum eg droymi um skal henda her í dag
má skunda mær í dag
má eg skunda mær at fáa nú í lag


Статистика страницы на pesni.guru ▼
Просмотров сегодня: 1
Видео
Нет видео
-